
Stóra bretska fregattin HMS St. Albans kom í morgun á Havnina.
Arktisk Kommando í Havn váttar at skipið er komið, og at tað hevur fingið loyvi at koma í føroyska havn.
Allir aðrir upplýsingar um vitjanina skulu koma frá uttanríkistænastuni í Tinganesi. Uttanríkis- og vinnumálaráðið tekur tó ikki telefonina fyrr enn klokkan 9.
Dagføring: Nú boðar uttanríkisráðið frá, at HMS St. Albans verður liggjandi við bryggju í Havn um vikuskiftið. Fregattin hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi og í havn í Føroyum, verður lagt afturat.
St. Albans er 133 metrar long og 16,1 metrar breið. Skipið er bygt á Yarrows skipasmiðjuni í Scotstoun, Glasgow og varð flotað í 2000.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald