Innanlands

Breyt beinið umborð á føroyskum uppisjóvarskipi

Skipið var í íslenskum sjógvi, tá hendingin fór fram. Tyrla flutti mannin til Egilstaðir og síðani til Reykjavíkar, upplýsir Vørn

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2025-11-05 09:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein maður breyt í gjár beinið, meðan hann var umborð á einum føroyskum uppisjóvarskipi.

Hetta upplýsir Vørn á heimasíðu sínari

Skipið var í íslendskum sjógvi, tá hendingin fór fram - 120 fjórðingar úr Langanesi. Tað verður ikki nágreinað, júst hvussu óhappið hendi.

Neyðugt var við tyrlu. Ein íslendsk bjargingartyrla kom á staðið.

Fyrst varð maðurin flutur til Egilstaðir og síðani til Reykjavíkar fyri at fáa viðgerð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder