2023-10-03 07:50
Í gjár vóru boð send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantsflogi at koma eini kvinnu til hjálpar, sum hevði koykt ella brotið fótin á gonguferð út á Kallin.
Vørn skrivar, at talan var um eina útlendska kvinnu. Løgreglustøðin í Havn boðaði ambulancutænastuni frá, og her varð mett, at best var at senda eina tyrlu eftir kvinnuni, ið var stødd á leiðini millum Trøllanes og Kallin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald