Innanlands

Breyt inn við kúbeini

Ein persónur royndi at bróta inn í tveir handlar í gjárkvøldið, men tað gekk illa

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-10-10 07:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um tvær innbroytsroyndir í Havn. Tað var ein persónur sum við kúbeini breyt inn í tveir handlar.

Men viðkomandi náddi ikki at stjala nakað, tí í báðum førum sá hann fólk tá hann kom inn, og hann rýmdi.

Eftir 20 minuttir hevði løgreglan fingið fatur á manninum.

Løgreglan tók í gjár annars ein mann í ferðsluni, men atburður hansara gjørdi, at illgruni var um rúsevniskoyring. Blóðroynd bleiv tikin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder