
Tað var hósdagin, at landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, lýsti kunngerð um, at matstovur og skeinkistøð nú skulu steingja klokkan 23, og longu á fyrsta degi var ein matstova, sum ikki aktaði boðini.
Í sambandi við nýggju kunngerðini hevur løgreglan verið runt og kannað, um nýggja kunngerðin varð hildin, og beint fyri midnátt komu tey fram á eitt matstað í Eysturoynni, sum enn var opið.
Eigarin av staðnum er nú skuldsettur fyri brot á nýggju kunngerðina. Viðkomandi fær helst eina bót, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Kunngerðin kom í gildi í gjár, fríggjadagin 7. august, og verður hon galdandi fram til 31. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald