2024-08-15 07:45
Løgreglan arbeiðir í dag víðari við einum herverksmáli, sum varð fráboðað um hálvgun áttatíðina í gjárkvøldið.
Tað var ein matstova/take-away-stað í Havn, sum boðaði frá at ein lítil rútur var brotin.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tey hava eina ábending um hvør gerningsfólkið kann vera, og at tey arbeiða víðari við málinum í dag.
Annars hevur seinasta samdøgrið verið friðarligt hjá løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald