
Amerikanski tónleikarin Brian Wilson er deyður 82 ára gamal. Brian Wilson var stovnari og sangari og tónleikaligi heilin í stílskapandi bólkinum The Beach Boys.
- Tað er við knústum hjørtum, at vit mugu boða frá, at elskaði pápi okkara, Brian Wilson. Okkum manglar orð, boðaði familjan frá í dag.
Brian Wilson var bert 19 ára gamal, tá hann var við til at stovna The Beach Boys. Talan var nærmast um eina familjuverkætlan, tá bólkurin var stovnaður. Saman við sær hevði Brian Wilson tveir beiggjar, Carl og Dennis, umframt systkinabarnið Mike Love og skúlafelagan Al Jardine.
The Beach Boys hava givið út tilsamans 30 heildarútgávur og gjørt eina røð av konsertfilmum, síðan teir slóu ígjøgnum í 1961.
Útgávan “Pet Sounds” frá 1966 er teirra kendasta – Brian Wilson skrivaði og framleiddi so at siga alla útgávuna. “Pet Sounds” verður mett at vera eitt meistaraverk, og nógv halda, at hon er besta plátan, ið nakrantíð er útgivin.
Sum 1960-árini liðu byrjaðu limirnir í bólkinum at brúka eitt sindur ov nógv av rúsandi evnum og drekka ov nógv rúsdrekka, og tað gekk út yvir viðgongdina hjá bólkinum. Eitt av stóru hittunum hjá bólkinum “California Girls” skrivaði Wilson undir ávirkan av LSD, verður sagt.
Wilson hevur sagt, at sýra, sum tey kallaðu tað, gav honum møguleika fyri at “skilja hvat ein er, hvat ein kann og ikki kann”, skrivar The Guardian.
Rúsandi evnini verða eisini hildin at vera ein orsøk til, at Brian Wilson stríddist við sálarligum trupulleikum í nógv ár.
Ósemjurnar í bólkinum øktust og sambært miðlinum Variety, varð Wilson tveittur úr bólkinum av hinum limunum í 1982.
Tað eydnaðist Wilson at koma fyri seg aftur og fáa gongd á eina solokarrieru.
Í 2004 gav kom hann við útgávuni “Smile”, sum hann arbeiddi upp á í fleiri ár.
Í fjør avgjørdi ein amerikanskur dómari, at Brian skuldi setast undir verju vegna skerdar sálarligar førleikar. Tað var familja hansara, sum bað ein dómstól í Los Angeles um at seta hann undir verju. Hetta hendi eftir at kona hansara doyði.
Brian Wilson fekk tvey børn við fyrstu konu sýni, Marilyn, og fimm við aðru konuni, Melinda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald