Innanlands

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen framvegis oddalið í FM kappingini fyri lið

Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann oddadystin mótið liðnum hjá Byggitilfar og helt sostatt fast um oddasessin

Arne Mikkelsen á liðnum hjá Jóannes Mouritsen og Jákup Sørensen á liðnum hjá Jassunum

Arne Mikkelsen á liðnum hjá Jóannes Mouritsen og Jákup Sørensen á liðnum hjá Jassunum

2023-11-05 19:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin vóru 4-6 umfar í grundspælinum í føroyameistarakappingini fyri lið leikt í Bridgehúsinum í Gundadali.

Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann oddadystin mótið liðnum hjá Byggitilfar og helt sostatt fast um oddasessin.

Úrslitini frá teimum trimum umførunum, sum leikt vórðu hetta vikuskiftið vóru hesi:

Umfar 4:

Hallur Ellingsgaard – Rinkuhúsini

5,61 – 14,39

Henriette Svenstrup – Dia og Kúllarnir

3,07 – 16,93

Blandað Bomm – Jóannes Mouritsen

0,00 – 20,00

Byggitilfar - Snekkjurnar

15,93 – 4,07

Jassarnir – Rútar 7

6,80 – 13,20

Umfar 5:

Rútar 7 - Hallur Ellingsgaard

8,66 – 11,34

Snekkjurnar – Jassarnir

2,32 – 17,68

Jóannes Mouritsen – Byggitilfar

18,23 – 1,77

Dia og Kúllarnir – Blandað Bomm

20,00 – 0,00

Rinkuhúsini – Henriette Svenstrup

14,39 – 5,61

Umfar 6:

Hallur Ellingsgaard - Henriette Svenstrup

1,77 – 18,23

Blandað Bomm – Rinkuhúsini

4,23 – 15,77

Byggitilfar – Dia og Kúllarnir

19,17 – 0,83

Jassarnir - Jóannes Mouritsen

0,67 – 19,33

Rútar 7 – Snekkjurnar

10,28 – 7,72


Støðan eftir fyrstu 6 umførini er hendan:

  1. Jóannes Mouritsen 113,63 stig
  2. Byggitilfar   87,42 stig
  3. Rútar 7   73,66 stig
  4. Dia og Kúllarnir   72,65 stig
  5. Rinkuhúsini   67,25 stig
  6. Henriette Svenstrup   49,31 stig
  7. Jassarnir   40,30 stig
  8. Snekkjurnar   39,05 stig
  9. Hallur Ellingsgaard   34,66 stig
  10. Blandað Bomm   22,07 stig

Seinastu 3 umførini í grundspælinum í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 25. novembur 2023, og byrja verður sum vanligt kl. 12.00.

Tá verður greitt hvørji lið koma í ávikavist A-bólkin og B-bólkin. 4 tey fremstu liðini í grundspælinum koma í A-bólkin, meðan hini 6 liðini koma í B-bólkin.

Í endaspælinum hittast liðini í A-bólkinum 2 ferðir í innanhýsis dystum á 32 spøl, meðan endaspælið í B-bólkinum verður avgreitt á tann hátt, at liðini hittast 2 ferðir í innanhýsis dystum á 16 spøl.

Vinnarin av A-bólkinum verður føroyameistari, meðan vinnarin av B-bólkinum gerst bólkavinnari.

[object Object]Arnbjørn Sivertsen á liðnum hjá Dia og Kúllunum og Danny Danielsen á liðnum Rútar 7

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder