Paul Watson hevur sitið í varðhaldi í Nuuk síðani 21. juli. Hetta vegna handtøkuboðini úr Japan, sum løgreglan í Grønlandi valdi at lurta eftir. Boð komu eisini úr Føroyum í málinum.
Sí eisini: Løgreglan í Føroyum ávaraði grønlendingar um Watson
Nú atgerðarmaðurin (aktivisturin) situr fongslaður, er eisini trýst frá stuðlum hjá Watson: Tey vilja hava, at Danmark tekur avgerðina um at leyslata hann og ikki útflýggja hann til Japan sum fanga.
Ein kendur stuðul hjá Paul Watson blandar seg nú. Talan er um Brigitte Bardot. Fyrrverandi franska sjónleikakvinnan er ein av kendastu stuðlunum hjá Paul Watson.
Bardot er sjálv "umhvørvisverndarfólk". Eitt av skipunum, sum Paul Watson hevur nýtt - millum annað á túrum í Føroyum - eitur "Brigitte Bardot".
Tíðindastovan Ritzau og danskir miðlar skriva í dag, at Brigitte Bardot hevur vent sær til danska løgmálaráðið. Hetta hevur Løgmálaráðið váttað fyri rættarnevndini hjá Fólkatinginum.
Helst hevur hon lagt eitt ávist trýst á danskar myndugleikar, sum skulu taka støðu í málinum. Tað skulu teir helst áðrenn 23. oktober - Watson er fongslaður til tá. Einki framgongur um, júst hvat Bardot hevur skrivað til danir um í málinum. Hon hevur fyrr funnist at teimum, japanskum myndugleikum, umframt Føroyum, alment.
Sí eisini: Watson fongslaður í tríggjar vikur afturat
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald