placeholder
Innanlands

Løgreglan í Føroyum ávaraði grønlendingar um Watson

Danska løgmálaráðið varð kunnað áðrenn Paul Watson varð handtikin í Nuuk í juni. Løgmálaráðharrin var í samráð í rættarnevndini á fólkatingi í dag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-09-12 11:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var løgreglan í Føroyum, sum ávaraði løgregluna í Grønlandi um, at Paul Watson var á veg í grønlendskan sjógv umborð á skipinum John Paul de Joria í juli.

Hetta kom fram, tá Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, fyrrapartin var í samráði við rættarnevndina á fólkatingi um júst málið um at útflýggja umhvørvisaktivistin til Japans at verða rættarsøktur.

Politisk forfylging?

Tað var Carl Valentin úr Socialistisk Folkeparti, sum hevði kallað ráðharran í samráð í nevndini. Og tað var vinstravongurin, SF, Enhedslisten og Alternativet, ið vóru virknast í samráðnum at seta spurningar og argumentera fyri, at her kann vera talan um politiska forfylging.

Løgmálaráðharrin helt fast um, at danski staturin leggur dent á at fylgja reglunum, sum eru galdandi í sambandi við, at altjóða handtøkuboð verða send út, og at tað er tað, sum er gjørt í hesum føri.

- Vit hava hópin av gerningsmonnum, sum vit ynskja at rættarfylgja, sum fjala seg í øðrum londum. Tí hevur tað stóran týdning at henda skipanin fungerar, og at vit eisini bera okkum rætt at, tá tað ræður um at útflýggja rættarsøkt fólk til onnur lond.

[object Object]
Peter Hummelgaard í samráði í dag (Skíggjamynd: ft.dk)

Bíða eftir svari úr Grønlandi

Peter Hummelgaard greiddi frá, at danska løgmálaráðið hevur viðgjørt umbønina um úflýggjan til Japans gjølla. Fyribils niðurstøðan er nú send til grønlendsku løgreglumyndugleikarnar fyri at kanna og koma við einum tilmæli, serliga við atliti til grønlendsku lóggávuna um útflýggjan av fangum, sum ikki er tann sama sum í Danmark.

- Tá vit hava fingið eina afturmelding úr Grønalndi, taka vit endaliga støðu um Paul Watson skal útflýggjast til Japan ella ikki, segði løgmálaráðharrin.

Hann vísti á, at tað er av týdningi í slíkum førum, at tað ikki verður talan um brot á mannarættindasáttmálan. Og um mett verður, at talan einans hevur verið um politiskt virksemi, so skal hann heldur ikki útflýggjast.

- Men politiskt virksemi loyvir ikki nøkrum at brúka harðskap ella herverk í sínum virksemi, legði hann afturat.

[object Object]Sjúrður Skaale í samráðnum í dag. Til høgru Søren Egge Rasmussen úr Enhedslisten (Skíggjamynd: ft.dk)

- Vinnulig hvalaveiða er ólólig

Søren Egge Rasmussen frá Enhedslisten grundgav fyri, at talan er um politiskt virksemi, og at málið eisini er firnað, tí talan er um eitt mál frá 2010.

- Ein dómur í Haag hevur staðfest, at japanska hvalaveiðan er vinnulig. So tað er ikki satt, tá Japan sigur, at talan er um vísundaligt virksemi, sum teir fremja í Suðuríshavinum. Vinnulig hvalaveiða er ólólig, og tí er virksemið hjá Paul Watson politiskt, segði umboðið hjá Enhedslisten.

Sascha Faxe úr Alternativet var mest áhuga í at vita, hvør ið tað var, sum hevði tikið stigið til at handtaka Paul Watson, tá skipið hjá felagsskapi hansara legði at í Nuuk fyri at bunkra 21. juni.

Føroyingar kunnaðu sínar starvsfelagar

Aðru ferð hon spurdi, upplýsti løgmálaráðharrin, at tað var løgreglan í Føroyum, sum hin 12. juni sendi eina fráboðan – ‘efterretning’ – til løgregluna í Nuuk um, at tey høvdu staðfest, at skipið John Paul de Joria hevði loyst í Dublin og hevði sett kós móti Grønlandi fyri at sigla vestur í Kyrrahavið umvegis útnyðringsfarleiðina.

- Eg havi als onga orsøk til at hava illgruna um, at føroyska løgreglan arbeiðir politiskt, segði ráðharrin upp á fyrispurning.

- Løgreglan í Føroyum kunnaði bara sínar starvsfelagar í Nuuk um, hvat tey høvdu fingið frænir av.

Løgmálaráðharrin upplýsti eisini, at danska løgmálaráðið varð kunnað um hetta áðrenn handtøkuna, og hevði, sum skilst, ikki sett seg ímóti, at Paul Watson varð handtikin.

- Notoriskur brotsmaður

Føroyski fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale, luttók eisini á samráðnum, og grundgav í fleiri viðmerkingum fyri, at sjálvandi skal Watson útflýggjast, tí talan er um ein notiriskan brotsmann, ið ikki arbeiðir fyri at verja hvalastovnin, men bara fyri seg sjálvan, og sum hevur verið til stóran vanda, eisini fyri donsku løgregluna í sínum virki í Føroyum.

Les eisini aðrar greinir um handtøkuna av Paul Watson:

06. juli: Gera John Paul de Joria klárt til Norðuratlantshavið

12. juli: Paul Watson kemur ikki til Føroya við skipi kortini

21. juli: Stóðu fyri Paul Watson tá hann kom til Nuuk

22. juli: Paul Watson varðhaldsfongslaður í hálva fjórðu viku

27. juli: Danska løgmálaráðið umhugsar at útflýggja Paul Watson

01. august: Japan biður Danmark um at fáa Watson útflýggjaðan

04. september: Varðhaldsfongslingin longd til 2. oktober



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder