Innanlands

Brillusmiðja latin upp á handilsøkinum við Norðskála

Tað er argjamaðurin Regin Thomsen, ið eigur og fer at reka brilluhandilin

Borgarstjórin, Jógvan Kruse, var inni á gólvinum og ynskti eigarinum til lukku (Mynd: sunda.fo)

Borgarstjórin, Jógvan Kruse, var inni á gólvinum og ynskti eigarinum til lukku (Mynd: sunda.fo)

2021-09-14 17:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár lat ein brilluhandil upp á handilsøkinum við Norðskála. Talan er um eina nýggja fyritøku, ið Regin Thomsen eigur og fer at reka 

Regin er útbúgvin optometrist og hevur arbeitt sum optikari í høvuðsstaðnum seinastu tíggju árini. Heimasíðan hjá Sunda kommunu skrivar, at Regin er upprunaliga argjamaður men hevur búð í Sundalagnum í góð 13 ár.

Regin Thomsen sigur við sunda.fo, at tað leingi hevur verið ein dreymur at seta á stovn egnan brilluhandil, og hann sær stórar møguleikgar í handilsøkinum við Streymin. Regin hevur sjálvur bygt stóran part av nýggja bygninginum, sum Brillusmiðjan nú húsast í, og tískil hevur tað eisini verið ein drúgv tilgongd at byrja virksemið.

Brillusmiðjan fer at hava opið gerandisdagar til kl. 17.30. 

[object Object]

placeholder
placeholder