2023-07-24 12:57
Í gjárkvøldið varð Brimil boðsendur at sleipa ein útróðrarbát, sum hevði fingið um skrúvuna.
Tað var klokkan seks, at MRCC fekk boð um, at báturin, sum var staddur norðanfyri Føroyar, hevði tørv á hjálp.
Brimil sleipaði bátin á Klaksvík, og kavarar av Brimli fóru niður og skóru av skrúvuni, og fór báturin aftur til útróðrar í nátt, skrivar heimasíðan hjá Vørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald