Sands kommuna hevur skrivað søgu við at tveir brøður. Brøðurnir á Heyggi eru valdir í formansskapin, boðar kommunan frá.
Kristian Oskar Henriksen er valdur til borgarstjóra, og bróður hansara Bjarki Henriksen til varaborgarstjóra.
Nývalda bygdarráðið á Sandi skipaði seg við Kristian Oskar Henriksen sum borgarstjóra og Bjarka Henriksen sum varaborgarstjóra.
Brøðurnir báðir vóru fyrst- og næstvaldir á lista C sum vann valið á Sandi, og fekk fýra fólk í bygdarráðið listi A fekk 3 fólk.
Bygdaráðið í Sands kommunu er soleiðis mannað:
Listi A 183 atkvøður
Brandur Sandoy 47
Poul Klementsen 32
Hallur Jensen 19
Listi C 197 atkvøður
Kristian Oskar J. Henriksen 41
Bjarki Henriksen 34
Gunn Dania A. Sundstein 28
Rúni Winther 19
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald