2023-07-17 19:57
Læknakøn hjálp var boðsend tvær ferðir í dag, tá ferðafólk høvdu trupulleikar á Bøsdalafossi og á Trøllanesi.
Í fyrra førinum var tað ein útlendsk kvinna sum breyt armin á Trøllanesi fyrrapartin Hon varð flutt í bili til Syðradals, og síðan førd við bjargingarbátinum Ziska til Klaksvíkar.
Seinnapartin breyt ein útlendsk kvinna beinið nærhendis Bøsdalafoss. Tyrlan varð boðsend, og kvinnan varð flutt á Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald