Innanlands

Broyting: Føroyingar við arbeiði í Norra fáa trý ára skiftistíð

Fíggjarmálaráðið slakar nú nakað, og fer hetta at geva 15-17 milliónir færri enn væntað í inntøkum næstu trý árini. Skiftið skal vera meira lagaligt, men skattaumskipan verður annars óbroytt, staðfestir aðalráðið

Ruth Vang sigur við Kringvarpið, at hetta konkret fer at broyta lítið: Lógarumskipanin verður tann saman, men ein hægri uttanlandsfrádráttur verður í trý ár. Hetta skal hjálpa føroyingum við bústaði her og starvi uttanlands við tillaging (Mynd: Sverri Egholm)

Ruth Vang sigur við Kringvarpið, at hetta konkret fer at broyta lítið: Lógarumskipanin verður tann saman, men ein hægri uttanlandsfrádráttur verður í trý ár. Hetta skal hjálpa føroyingum við bústaði her og starvi uttanlands við tillaging (Mynd: Sverri Egholm)

2024-12-20 19:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hevur Ruth Vang verið fyri hørðum atfinningum. Høvuðsorsøkin er, at sum partur av skattaumskipanina skulu føroyingar, sum búgva í Føroyum men arbeiða uttanlands, rinda væl meira í skatti enn frammanundan.

Hetta stendur til serliga at ganga útyvir teimum útvið 700 føroyingunum, ið starvast í Noreg - harav teir flestu starvast í "offshore-vinnuni" ella líknandi.

Mótmælini hava verið nógv, harðmælt og ramaskríggj hevur verið frá andstøðuni eisini.

Nú er eisini ein broyting komin. Jón Brian Hvidtfeldt úr KVF spurdi í hesum sambandi Ruth Vang, um hon er bakkað fyri trýsti. Hesum vildi landsstýriskvinnan í fíggjarmálum ikki svarað beinleiðis uppá, men í øllum førum er fráboðan í kvøld komin úr Fíggjarmálaráðnum

Har verður fráboðað, at ein skiftisregla skal setast inn í skattalóggávuna, soleiðis at føroyingar við arbeiði í Norra fáa trý ára skiftistíð við hægri frádrátti.

-  Hesi fáa ein hægri uttanlandsfrádrátt í trý ár. Tað gevur eitt longri skotbrá at laga seg til skattaumskipanina. 

Spurd um hvat hetta fór at kosta landskassanum í skattainntøkum næstu trý árini, staðfesti Ruth Vang, at tað fór at liggja millum 15 og 17 milliónir krónur. Hetta broytir tó ikki tað grundleggjandi í skattaumskipanina - tað skal tó meira hjálpa til at tillaga seg. 

Hoyr alla samrøðuna HER - á kvf.fo.

Fíggjarmálaráðið greiðir soleiðis frá: 

Komandi árið fer landsstýriskvinnan í fíggjarmálum at gera uppskot til skiftisreglu. Tað merkir, at tey, sum higartil hava verið fevnd av sonevnda eksemption linkingarháttinum, ætlandi fáa trý ár við hægri frádrátti. Við hesum fáa tey longri skotbrá at laga seg til skattaumskipanina. 

Hjá teimum, sum hava verið fevnd av sonevnda eksemption linkingarháttinum, minkar tøka inntøkan aftaná skatt og sosial gjøld, tá ið linkingarhátturin broytist 1. januar 2025. Ætlaða skiftisreglan fer at gera skiftið meira lagaligt. Verandi skattaumskipan verður óbroytt. 

Lønarskatturin ov høgur
Lønarskatturin í Føroyum hevur leingi verið ov høgur. Við skattaumskipanini í 2024 og 2025 er skattalætti latin øllum, sum arbeiða, serliga lág- og miðalløntum.  

Um somu leið er farið undir at avtaka og niður laga serskipanir, sum geva munandi lægri skatt, um arbeitt verður uttanlands. Okkara samfelag hevur brúk fyri, at øll, sum búgva í Føroyum rinda skatt til landið.  

Ein týðandi liður í hesum er at broyta linkingarhátt, har farið verður frá, at inntøkan hjá nøkrum heilt verður undantikin frá skatti í Føroyum. Ístaðin verður frádráttur latin fyri skattin, sum er goldin uttanlands, soleiðis sum meginreglan er í skattalógini.  

Skiftisregla
Persónar, sum eru undir fullari skattskyldu í Føroyum, og sum arbeiða í øðrum Norðanlandi, hava higartil verið fevndir av so nevndari eksemption linking.

Tað gevur eina lagaliga skatting, tí inntøkuskatturin í til dømis Norra er munandi lægri enn í Føroyum, og hesir hava higartil ikki skula rindað skatt av síni inntøku uttanlands í Føroyum. 

Ein skiftisregla verður gjørd, so hesi fáa ein hægri uttanlandsfrádrátt í trý ár. Tað gevur eitt longri skotbrá at laga seg til skattaumskipanina.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder