Innanlands

Broyting gjørd í kunngerð um barnsburð - Niels og Rósa skulu ikki gjalda rokningina

Heilsumálaráðið boðar í morgun frá, at eingin føroyingur sum er búsitandi uttanlands í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði skal rinda fyri barnsburð í Føroyum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-06 08:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á heysti í fjør varð Kaj Leo Holm Johannesen gjørdur varugur við, at eitt føroyskt par, búsitandi í Danmark, har pápin var í útbúgvingarørindum, føddi barn teirra á Landssjúkrahúsinum, av tí at tey vóru komin til Føroyar vegna serligar umstøður í familjuni. Út frá regluverkinum metti Landssjúkrahúsið ikki, at tað vóru aðrir møguleikar enn at senda rokning fyri tær veitingar, tey fingu í hesum sambandi. 

Talan var um Rosu Heinesen og Niels Strøm Rødgaard, ið fingu eitt gjald á beint undir 27.000 krónur, fyri at eiga sonin Rana í Føryoum. Hesa avgerðina hjá Landsjúkrahúsinum kærdu tey.

Les eisini: Niels og Rósa kæra avgerðina hjá Landsjúkrahúsinum um gjald fyri føðing

Landsstýrismaður í heilsumálum fór inn í málið. Heilsmálaráðið skrivar, at hann metti, at henda støðan var órímilig, og tók tískil beinanvegin stig til at fáa kunngerðina broytta. 

Kunngerðin um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð verður nú broytt, soleiðis at tað ikki skal gjaldast fyri veitingar í sambandi við barnsburð, tá fólk eru búsitandi uttanlands í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði. Kunngerðarbroytingin fær virknað afturvirkandi frá 1. august 2019. Hetta eru sjálvandi góð tíðindi fyri Niels Strøm Røggaard og Rósu Heinesen, ið harvið ikki skulu gjalda rokningina.

Les eisini: Nýggja kunngerðin um barnsburð skal vera afturvirkandi

Nú broytingin í kunngerðini um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð er lýst, verða menn og kvinnur, ið eru búsitandi uttanlands í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði, javnstillaði. Hetta skal skiljast soleiðis, at tað ikki verður gjørdur munur á, um tann lesandi er mamman ella pápin, tá talan er um barnsburð og møguligar veitingar í føroyska sjúkrahúsverkinum í hesum sambandi.

Kunngerðin kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder