- 26.671 kr. fingu vit sum rokning fyri,at Rani varð føddur í heimlandi sínum.
Soleiðis byrjaðu Niels Strøm Rødgaard og Rósa Heinesen sítt uppslag á Faceook í gjár. Føroyska parið hevur avgjørt at kæra avgerðina hjá Landssjúkrahúsinum, og heitir nú á folk – sítt netverk – um at hjálpa við at finna fordømi. Tey visa á, at at tey hava hoyrt fleri dømi um føroysk pør, ið ikki hava havt bústað í Føroyum, har mamman ikki var lesandi, men sum áttu barn í Føroyum uttan at fáa rokning. Niels og Rósa vilja fegin visa á fordømi. Í uppslagnum skriva tey, at tað skal nýtast sum prógv fyri, at borgarar í hesum føri ikki verða viðgjørdir eins í mun til galdandi lógarverk.
Málið byrjar á heysti í fjør, meðan mamma Niels Rødgaard lá til tað seinasta á Landssjúkrahúsinum orsaka av krabbameini. Parið, sum býr á Oyrasundskolleginum, tók avgerð um at fara til Føroyar sum skjótast, so at Rósa kundi eiga fyrstafødda søn teirra har, og fyri at tey kundu vera saman við mammuni, ið eisini kundi síggja sín ommuson. Hon doyði stutt eftir, at Rani, ið fekk navnið eftir ommuni Randi, varð føddur.
Les eisini:
Føroyskt par skal gjalda næstan 27.000 krónir fyri føðing í Føroyum
Niels er undir útbúgving á Roskilde Universitet, men av tí at Rósa er liðug við sín lesnað, skal parið nú gjalda næstan 27.000 krónur. Galdandi kunngerð frá 2009 sigur, at mamma at barninum skal vera undir útbúgving, um tað skal verða “føðing uttan rokning” – tað er ikki nóg mikið at pápin er, hóast bæði eru føroyingar. Landstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, fór inn í málið, og hann hevur nú sett í verk, at kunngerðin skal broytast, so at føroyingar, har annar (líkamikið kynið) ella bæði eru undir útbúgving, einki skulu gjalda.
Trupulleikin hjá Niels Strøm Rødgaard og Rósu Heinesen er, at tá Rani Rósuson Rødgaard varð føddur, var hetta ikki á veg ella komið í lag. Nú royna tey at fara allan vegin við at kæra. Í skrivandi stund yvir 500 fólk deilt uppslagið, og tey fáa nógvan stuðul frá fólki ið viðmerkja – fleiri ynskja eisini at stuðla fíggjarliga, um kæran ikki ber á mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald