2025-09-19 07:16

Strandferðslan boðar frá fleiri broytingum í ferðaætlanini hjá Galaxy.
Fyrsti túrurin var klokkan seks av Krambatanga, og síðani verður ikki siglt av Havnini aftur fyrr enn klokkan 11.30. Næsti túrur av Krambatanga verður klokkan 15.30, og síðani verður siglt av Havnini aftur klokkan 19.
Orsøkin til broytingarnar í ferðaætlanini er, at Galaxy skal bunkra olju í Havn, skrivar Strandferðslan.
Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í sambandi við broytingarnar á Suðuroyarleiðini í dag. Tað merkir, at koyrt verður til komur og fráferðir hjá Galaxy samsvarandi ferðaætlanini hósdagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald