2025-10-05 09:21

Vegna veður var eingin sigling um Suðuroyarfjørð í gjár, og í morgun eru fleiri túrar hjá Galaxy eisini avlýstir.
Túrurin av Krambatanga klokkan sjey og túrurin av Havnini klokkan 10.30 eru avlýstir, og hinir báðir túrarnir í dag eru framskundaðir.
Túrurin av Krambatanga klokkan 17 er fluttur til klokkan 14, og túrurin av Havnini klokkan 20.30 er fluttur til klokkan 18.
Ferðandi við bílegging til klokkan 17 eru flutt til klokkan 14, og ferðandi við bílegging til klokkan 20-30 eru flutt til klokkan 18, skrivar Strandferðslan. Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í sambandi við broytingarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald