Innanlands

Broytingar í ferðaætlanini hjá Smyrli

Veður og niðursett maskinorka er orsøk til at túrarnir hjá Smyrili í kvøld og í morgin árini ikki verða sigldir

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-10-20 12:51 Author image
Sverri Egholm

Strandferðslan boðar frá avlýsingum og broytingum á Suðuroyarleiðini í dag og í morgin.

Orsøkin er at Smyril siglir við niðursettari maskinorku, og at siglt verður vestanfyri. Tí verður túrurin klokkan 21 av Krambatanga í kvøld, fríggjakvøldið 20. oktober ikki sigldur. Heldur ikki verður túrurin av Havnini klokkan 7 leygarmorgun sigldur.

Túrurin av Havnini klokkan 16 leygardag er framskundaður til klokkan 15.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald