Innanlands

Broytingar í ferðsluni í sambandi við Champions League dystin

Dysturin millum KÍ og Slovan Bratislava ávirkar ferðsluna í Klaksvík týsdagin og mikudagin

Her skal dysturin spælast mikukvøldið (Mynd: Pól Sundskarð)

Her skal dysturin spælast mikukvøldið (Mynd: Pól Sundskarð)

2020-08-18 11:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við Champions League dystin, sum verður spældur við Djúpumýru í morgin, verða broytingar í ferðsluni í Klaksvík.

Klaksvíkar kommuna skrivar soleiðis á heimasíðuna:

Í samband við, at Champions League dystur verður við Djúpumýru mikukvøldið 19. august, verða Bøgøta og Jógvan Waagsteinsgøta stongdar fyri allari ferðslu frá týsdegnum 18. august klokkan 15 til mikudagin 19. august klokkan 22.

Vitjandi í svimjihøllini verða í hesum sambandi biðin um at seta bilin við Badmintonhøllina.

Hetta tíðarskeiðið steðgar býarbussurin ikki á Bøgøtu, men bussleiðin verður umløgd og førd umvegis Uppsalagøtu.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder