Innanlands

Brúkaraprísirnir eru farnir 1,2 prosent upp seinasta árið

Fyrsta ársfjórðing 2019 vóru brúkaraprísirnir 1,2 prosent hægri enn sama ársfjórðing í 2018, sigur Hagstovan

Myndir: Hagstova Føroya

Myndir: Hagstova Føroya

2019-04-15 14:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrsta ársfjórðing 2019 vóru brúkaraprísirnir 1,2 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er nakað minni enn fjórða ársfjórðing í fjør, tá árligi prísvøksturin var 1,6 prosent.

Hesum boðar Hagstovan frá á heimasíðuni.

Prísirnir eru seinasta árið farnir upp í flestu høvuðsbólkum.

Mesti prísvøkstur hevur verið í bólkinum hotel og matveitarar. Býlisprísirnir eru eisini hækkaðir munandi, og hava saman við prísvøkstri í bólkinum flutningur ávirkað brúkaraprístalið mest. Tað er dýrari orka, sum hevur togað býlisprísirnir upp. Brennioljan til húsarhald er farin 6,9 prosent upp, hóast ein lítil príslækking hevur verið seinasta ársfjórðingin. Og ravmagn er dýrkað 6,6 prosent. Samanlagt eru býlisútreiðslurnar dýrkaðar 3,7.

Prísirnir í bólkinum flutningur eru eisini farnir 3,7 prosent upp. Fyrsta ársfjórðing var miðalprísurin á akførum hægri enn fyrsta ársfjórðing í fjør. Harafturímóti var ein lækking í prísinum á brennievni til akfør, hóast hann hækkaði meginpartin av árinum í fjør. Men prísfallið fyrsta ársfjórðing í ár var so mikið stórt, at prísurin fór undir prísin fyrsta ársfjórðing í fjør.

Matvøruprísirnir eru farnir 0,3 prosent upp seinasta árið.

Mesta príslækking var í nýtslubólkinum innbúgv, húsbúnaður o.l., 3,2 prosent.

[object Object]

Tað hevur verið lítil broyting seinsta ársfjórðingin, og brúkaraprístalið lækkaði samanlagt 0,3 prosent frá fjórða ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár.

Mesta príslækkingin var í bólkinum innbúgv, húsbúnaður o.l., og mesti prísvøksturin var í bólkinum rúsdrekka og tubakk. Seinasta ársfjórðingin fóru matvøruprísirnir eisini upp 0,2 prosent.

Brúkaraprístalið fyrsta ársfjórðing var 120,0 samanborið við 120,3 fjórða ársfjórðing í fjør. Fyrsta ársfjórðing í fjør var brúkaraprístalið 118,6.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder