Brúkaraumboðið hevur viðgjørt eina klagu, sum fevnir um sms-boðini, sum verða send út, í sambandi við, at kundar skulu virkja sítt kort í Apple Pay. Klagarin metti ikki, at sms-boðini vóru nóg greið til at borgarar skiltu álvaran í teimum.
Klagarin hevði keypt klæðir á netinum, og fekk seinni eini sms-boð, ið sóu út til at koma frá PostNord, við boðum um at rinda eitt lítið gjald við at trýsta á eina leinkju.
Tá klagarin hevði opnað leinkjuna og inntastað kortupplýsingarnar, fekk hann eini soljóðandi sms-boð frá BankNordik:
Tú ert við at virkja kortið í Apple Pay. Kotan virkar í ein tíma og er (xxxxxx).
Ring til +298 330330, um tú ikki hevur bílagt kotuna.
Klagarin tøppaði síðani kotuna inn. Eitt gott minutt aftaná, fekk hann eini soljóðandi sms-boð frá BankNordik:
Títt Mastercard kort, sum endar við (xxxx), kann nýtast í smb. við Apple Pay
Síðani vórðu yvir 8.000 kr. tiknar av kortinum, áðrenn kortið varð sperrað av Fraud Monitoring deildini hjá Nets.
BankNordik hevur víst á, at hóast bæði sms-boðini greitt ávaraðu um, at kundin (klagarin) hevur virkjað kortið í Apple Pay, so fekk hetta ikki kundan at reagera, hóast hann bara skuldi gjalda kr. 22,24 til Post Nord, sum einki hevði við Apple Pay at gera. BankNordik metir, at hetta er “groft uforsvarlig adfærd” ið hevur gjørt misbrúkið møguligt, og tí skal kundin hefta fyri kr. 8.000,- sambært § 100, stk. 4, nr. 3 í gjaldslógini, skrivar Brúkaraumboðið.
Klagarin metti hinvegin, at hann bert skuldi hefta við 375 kr., sambært § 100, stk. 3 í gjaldslógini, tí at sms-boðini frá BankNordik vóru ikki nóg greið til at borgarar skiltu álvaran í teimum. Tískil var ikki talan um «groft uforsvarlig adfærd».
Brúkaraumboðið metir ikki, at orðingin í sms-boðunum frá BankNordik í nóg stóran mun kunnar ella ávarar brúkaran, soleiðis at ein vanligur brúkari skilur, at okkurt er áfatt og at kotan, sum viðkomandi móttekur, tá eitt kort verður virkja í Apple Pay, ikki má latast víðari.
Brúkaraumboðið metir heldur ikki, at BankNordik hevur sýnt reiðiligan handilssið og góða siðvenju innan sítt virkisøki, sambært § 42, stk. 1 í gjaldslógini, og hevur tí biðið BankNordik um at orða boðini greiðari, so at borgarin hevur eitt betri grundarlag fyri at skilja álavaran í málinum.
BankNordik hevur upplýst, at bankin hevur endurgoldið klagaranum alla upphæddina, burtursæð frá 375 kr. Eisini er bankin farin í holt við at umorða sms-boðini, soleiðis at tað gerst enn greiðari fyri kundan, at tað er neyðugt at hugsa seg um, fyri at tryggja sær, at talan ikki er um misbrúk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald