2023-10-06 09:24
Hóast Herbergið hevur fingið seks sovipláss afturat, tykist tað ikki at nøkta tørvin hjá heimleysum í Havn.
Aftur gjáramorgunin fekk løgreglan fráboðan um, at onkur hevði brotið seg inn í ein arbeiðsskúr í Havn, og reitt sær ból.
Ein pláta, sum var fyri vindeygað var tikin frá, men annars var einki brotið.
Í nátt var ein patrulja eisini og hugdi eftir hesum sama arbeiðsskúrinum, og har var eingin.
Á løgreglustøðini í morgun, hava tey ikki fingið nakra fráboðan um ófrið í Basecamp, har heimleys annars hava hildið til og eru koyrd út í fleiri umførum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald