Innanlands

Bryggjarar og brennarar stovnað vinnugreinafelag

Felagið skal m.a. savna og miðla vitan um brygging og brenning til føroyska samfelagið, verja og røkja áhugamálini hjá limum felagsins og vera offisiellur hoyringspartur, tá evni innan økið verða viðgjørd politiskt

Umboð fyri sjey fyritøkur, ið framleiða øl, vín og brennivín, luttóku á vinnuvitjanini í Stóra Dímun í vikuni

Umboð fyri sjey fyritøkur, ið framleiða øl, vín og brennivín, luttóku á vinnuvitjanini í Stóra Dímun í vikuni

2021-09-04 15:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týsmorgunin, 31. august, var Stóra Dímun karmur um serstaka vitjan. Útoyggjafelagið og Dímunargarður høvdu bjóðað føroyskum bryggjarum og brennarum á vinnuvitjan í oynni.

Útoyggjafelagið fyllir 20 ár í ár, og í tí sambandi verður skipað fyri eini røð av tiltøkum á øllum útloyggjum. Í juni skipaði Útoyggjafelagið fyri tiltaki í Havn, ið savnaði bryggjarar og brennarar – umframt umboð fyri atknýtt virksemi. Vinnuvitjanin í Dímun varð sostatt eitt framhald av hesum tiltaki.

Vitjanin byrjaði við rundferð og frásøgn í rótaveltunum og framleiðsluhølunum hjá Dímunargarði, har bóndin, Jógvan Jón, greiddi frá virkseminum hjá garðinum. Síðani vórðu luttakararnir bodnir innar til staðbundnan morgunmat og vinnukjak í fjálgu bóndastovuni.

Tosað varð um viðurskiftini við brygging og brenning í Føroyum, og luttakararnir vórðu á einum orðið um tørvin á felags rødd og samstarvi. Tí vórðu stig tikin at stovna vinnugreinafelag at umboða øl, vín og spiritus-framleiðslarar í Føroyum.

Fyri fáum árum síðani var eittans virki innan hesa vinnugrein, men seinnu árini hevur hendan vinnugrein av álvara tikið seg fram, soleiðis at tað í dag eru fýra bryggjarí í Føroyum, umframt fimm fyritøkur, ið framleiða vín og brennivín. Vinnan er í soleiðis í stórari menning, og tískil er grundarlag fyri at stovna vinnugreinafelag, ið skal virka fyri at menna og bøta um karmarnar hjá hesi vinnu.

Nýggja vinnugreinafelagið fekk heitið, “Bryggja og brenna”, og í nevndina fyri felagið komu: Atli Mikkelsen (Okkara), Óli Hansen (OY), Andras á Lofti (Galdr), Dánial Hoydal (Faer Isles Distillery) og Bárður G. Nielsen (Biskupskeldu). Tiltakslimur varð Bjarni Lamhauge (Faer Isles Distillery). Eftir stovnandi aðalfundin skipaði nevndin seg við Dániali Hoydal sum formanni. Karsten Hansen (Føroya Bjór) varð valdur sum grannskoðari.

[object Object]
Nevndin í nýstovnaða vinnugreinafelagnum, Bryggja & Brenna, Frá vinstu: Andras á Lofti, Bjarni Lamhauge, Dánial Hoydal, Bárður G. Nielsen, Atli Mikkelsen og Óli Hansen

Sambært viðtøkunum er endamál felagsins at vera vinnugreinafelag fyri tær fyritøkur, ið bryggja og/ella framleiða øl, vín og spiritus í Føroyum ella hava vinnu í hesum sambandi. Felagið skal m.a. savna og miðla vitan um brygging og brenning til føroyska samfelagið, verja og røkja áhugamálini hjá limum felagsins og vera offisiellur hoyringspartur, tá evni innan økið verða viðgjørd politiskt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder