Innanlands

Brynhild Thomsen um KVF undir Liljuni Weihe: - Kritikkur av ávísum framleiðslum var bannaður

- Nú er støðan so álvarslig og endaleysa syndarlig, at talast má at alment

Savnsmynd (Mynd: Setur.fo)

Savnsmynd (Mynd: Setur.fo)

2018-06-29 00:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Millum annað yvirskriftirnar á Norðlýsinum og VP í dag hava fingið Byrnhild Thomsen, journalist í Kringvarpinum, at siga frá, um hvussu støðan hevur verið á Aktueltdeildini seinastu tíðina.

- Nú er støðan so álvarslig og endaleysa syndarlig, at talast má at alment, sigur hon í lesarabrævi á VP í kvøld.

Innlitið sum Norðlýsið hevur fingið, og sum stendur á nordlysid.fo í dag, staðfestir at tá Johnny í Grótinum sendir Liljuni Weihe hoyringsskriv um uppskot, fara trý fjølmiðlafólk í KVF at grava í fortíðini hjá Johnny í Grótinum á Landssjúkrahúsinum har biðið verður um innlit í øll uppsagnarmál.

- Persónliga varnaðist eg, hvussu vandamikil støðan var á Aktueltdeildini, tá eg upplivdi, at kritikkur av ávísum framleiðslum var bannaður, skrivar Brynhild Thomsen.

- Hetta var regimið, sum nýggi stjórin trein inn í, tá hann seint í fjørsummar skuldi royna seg. Hann vildi og kravdi at fáa sjálvkritikk á skránna, men – sum nevnt – tað var ein deyðssynd, og deyðssyndir skulu ikki bara steðgast, tær skulu hevnast.

- So byrjar Sosialurin at skriva tema um orrustu í Kringvarpinum.

- Kreppufundir vórðu hildnir, og sum amen í kirkjuni, og sum sat Barbara Holm mitt í hølunum, skrivaði hon næstan samstundis um, hvat bleiv sagt á in.fo. Av øðrum partinum. Av tí lítla eirindaleysa minnilutanum á tíðindadeildini í Kvf, sum stýrdi redaktionellu leiðsluni í Miðlahúsinum, sum ikki fekk verið til av bergtøku um at hava moldvørpur innanhýsis og tí kritikkleyst lat seg keldustýra, skrivar Brynhild Thomsen.

Les alt lesarabrævið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder