Innanlands

Brynja norðurlendska samstarvið til broytta veruleikan

Komandi dagarnar fer løgmaður at viðgera ymisk mál á árliga summarfundinum saman við hinum norðurlendsku stjórnarleiðararunum

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-06-25 11:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Løgmansskrivstovan: Tað er neyðugt at brynja norðurlendska samstarvið til ein heim, sum í løtuni stendur fyri stórum broytingum og avbjóðingum. Tað heldur løgmaður, sum komandi dagarnar fer at viðgera ymisk mál á árliga summarfundinum saman við hinum norðurlendsku stjórnarleiðararunum.

Umframt stjórnarleiðararnar í teimum átta norðurlondunum, er Justin Trudeau, kanadiski forsætisráðharrin, eisini boðin við á summarfundin í ár.

– Norðurlond hava ein søguliga sterkan politiskan, búskaparligan og mentanarligan felagsskap. Okkara samfeløg byggja grundleggjandi á somu virði, og av somu orsøk hava vit tað lættari at tosa okkum til sættis um felags loysnir. Avbjóðingarnar eru nógvar og torgreiddar, men vit hava góðar fortreytir at loysa tær í felag. Tað er uttan mun til, um vit tosa um útbúgving, arbeiðsmarknað ella vælferð, heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Millum málini, ið eru á skrá á summarfundinum eru umhvørvi, orka og veðurlagsavbjóðingar. Spenta støðan í bæði Ukraina og Russlandi fer óivað eisini at fylla nógv komandi dagarnar.

Summarfundurin hjá norðurlendsku stjórnarleiðararunum verður í ár hildin á Vestmannaoyggjum í Íslandi.

Norðurlendsku stjórnarleiðararnir

  • Áland: Veronica Thörnroos
  • Danmark: Mette Frederiksen
  • Finnland: Antti Petteri Orpo
  • Føroyar: Aksel V. Johannesen
  • Grønland: Muté B. Egede
  • Ísland: Katrín Jakobsdóttir
  • Noreg: Jonas Gahr Støre
  • Svøríki: Ulf Kristersson
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder