Innanlands

Brynja seg til HB-Brøndby: Vápnaðar venjingar og donsk løgreglufólk

Føroya Politi byrjar venjingar við vápnaðum politistum við Tjarnir nú um middagsleitið. 15-20 donsk løgreglufólk eru komin til landið í sambandi við evropeiska dystin á Tórsvølli

Í fjør vitjaði Hajduk Split Tórsvøll og HB í 2. umfari í Conference League. Hetta gekk ikki stillisliga fyri seg  - nú koma eini 500 danir, men meira verður gjørt við fyrireikingarnar, og roknað verður ikki við eins nógvum ófriði (Mynd: Tórir Photo)

Í fjør vitjaði Hajduk Split Tórsvøll og HB í 2. umfari í Conference League. Hetta gekk ikki stillisliga fyri seg - nú koma eini 500 danir, men meira verður gjørt við fyrireikingarnar, og roknað verður ikki við eins nógvum ófriði (Mynd: Tórir Photo)

2025-07-22 11:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hóast Føroya Politi sjálvsagt vónar, at dysturin verður avgreiddur í einum góðum ítróttarligum anda, er politiið væl fyrireikað og væl mannað til ymisku støðurnar, sum kunnu koma fyri – bæði áðrenn dystin, undir dystinum og eftir dystin.

Soleiðis skrivar Føroya Politi í tíðindaskrivi fyrrapartin.

Í fjør vitjaði Hajduk Split Tórsvøll og HB í 2. umfari í Conference League. Hetta gekk ikki stillisliga fyri seg: Vaktir fingu toyggið, dysturin varð steðgaður nakrar ferðir vegna rómaraljós og kroatisku "fjeppararnir" gjørdu av álvara vart við seg í býarmyndini í Havn - á keðiligan hátt.

[object Object]
Kroatarnir gjørdu av álvara vart við seg (Mynd: Tórir Photo)

Tá fekk serliga Føroya Politi - av røttum- atfinningar fyri ikki at vera nóg væl fyrireikað og á. Nú vissar stovnurin um, at man verður til staðar á ymiskan hátt og verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini í høvuðsstaðnum: Endamálið er at tryggja, at føroyska samfelagið kennist trygt, hóast at ein slíkur dystur verður spældur í Føroyum, er boðskapurin.

Umleið 500 danir - fleiri løgreglufólk eru eisini í landinum

Brøndby IF er kent fyri nógvar, ídnar - og í summum førum ógvulisligar - fjepparar. Brøndby hevur staðið fyri atgongumerkjasøluni til egnar fjepparar í sambandi við dystin í Føroyum hósdagin.

Sum skilst hevur danska felagið veruliga roynt at syrgt fyri, at tað ikki er ófriðakroppar, sum koma til landið. 

Umleið 500 atgongumerki eru seld til Brøndby-fjepparar. Teir fáa sum skilst tríggjar teir uttastu bólkarnir á einari síðu á Tórsvølli - tættast Fimi. So eru hegn ímillum til HB-fjepparar.

[object Object]
Hegnini, sum skulu skilja fjepparabólkarnar, eru sett upp á Tórsvølli 

Undan venjingini hjá HB í gjár vóru 15-20 donsk løgreglufólk á staðnum og kannaðu umstøðurnar. Hesi skulu serliga fylgja Brøndby-fjepparunum í Føroyum.

Sí eisini: Nærum útselt á langsíðuni - HB'arar skipa fyri upphiting

Venjingar við Tjarnir - við vápnum

Sum partur av fyrireikingunum hjá Føroya Politi byrja venjingar uppi við Tjarnir. Løgreglan heitir á fólk um ikki at stúra - venjingar vera við vápnaðum løgreglufólki.

-  Um fólk síggja vápnaðar politistar uppi við Tjarnir í dag er bert talan um venjingar. Venjingarnar byrja um middagsleitið og halda væntandi fram tað mesta av degnum.

Conference League-dystin millum HB og Brøndby verður á Tórsvølli hóskvøldið 24. juli klokkan 19.45.

Tað er rímiliga stórur áhugi fyri dystinum. Eina langsíðan er næstan útseld, og HB-fjepparar ætla at gera nógv burturúr.

Til ber at keypa atgongumerki her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder