Tað eru nógv sum fara til Suðuroyar at fylla sær brennievni á tangan í hesum døgum. Hetta hevði eitt útlendskt ferðafólk gjørt, men hevði eisini fylt sær bensin í plastposar.
Manningin á Smyrli ger stakroyndir fyri at tryggja, at ferðafólk ikki hava brennievni í dunkum við umborð, og í hesum førum komu tey fram á hetta ferðafólkið, sum hevði tveir afturlatnar plastposar við bensini.
Bensinið í plastposunum slapp ikki við um norður um Suðuroyarfjørð.
- Skorið inn á bein kann man flyta bensin í fimm litur dunkunum, sum eru góðkendir til trýst, men ikki uppá hendan mátan. Hetta er ikki í ordan, sigur Niels Juel Arge, stjóri í Strandferðsluni, við útvarpið.
Nøkur ferðafólk eru seinastu dagarnar steðgaði í at hava brennievni við sær í dunkum, men tað er ikki í stórum tali, sigur strandferðslustjórin.
Tað er bara í Suðuroynni, at diesel og bensin hava verið eftir í fleiri dagar. Fríggjadagin vóru dieselpumpurnar í oynni so tómar, men enn er bensin eftir í Hvalba, á Tvøroyri og í Vági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald