Innanlands

Búskapurin er á veg uppaftur

Landsstýrið hevur valt ikki at taka hædd fyri koronaútreiðslum á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021. Sí myndirnar frá framløguni í Kongshøll

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-09-30 12:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Búskapurin er á veg uppeftir aftur eftir bakkastið í vár, og fíggjarætlanin fyri 2021 javnvigar við einum halli á 172 milliónir krónur, treytað av at tað ikki vera eyka útreiðslur vegna korona komandi ár.

Hóast roknast skal við einum stórum halli á fíggjarlógini í ár orsaka av koronafarsóttini, so vóru tað jaligir tónar í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn, tá Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum legði fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2021.

Seinasta metingin sigur, at koronaálopið fer at kosta landskassanum góða hálva milliard. Men hetta er, sambært fíggjarmálaráðharranum, væl sloppið í mun til fyrstu metingarnar, sum søgdu, at korona fór at kosta okkum yvir milliardina.

Hetta er í veruleikanum fyrsta fíggjarlógaruppskotið, sum sitandi borgarliga samgonga hevur lagt fram. Uppskotið fyri 2020 var stórt sæð ein framskriving frá undanfarna ári við teimum politisku tillagingum, sum løgtingið kundi gera í viðgerðini fram móti nýggjárinum, ið er freistin fyri at fíggjarlógin skal vera samtykt.

Og hesaferð hevur landsstýrið tilvitað lagt eina fíggjarætlan við tí fortreyt, at landskassin ikki fær eyka útreiðslur orsaka av korona og covid-19.

Sostatt er fortreytin, at koronakreppan er av.

- Fáa vit eina nýggja koronabylgju komandi ár, og vit enn ikki hava heilivág og koppingarevni móti sjúkuni, verða tølini heilt øðrvísi, segði Jørgen Niclasen undir framløguni fyrrapartin.

Búskapurin á veg uppaftur
Búskapurin hevur fingið eitt bakkast, men vit eru á veg uppaftur, ljóðar høvuðsboðskapurin í ár. Og politiska raðfestingin er at tálma útreiðsluvøkstrinum, segði Jørgen Niclasen.

At støðga útreiðsluvøkstrinum er eins trupult og at støðga ferðini á einum risatangaskipi. Landsstýrismaðurin nýtti hesa myndina fyri at vísa, at tað tekur tíð at støðga útreiðsluvøkstrinum.

Tað er eydnast, sambært fíggjarmálaráðharranum, at halda raksturin á sama støði komandi ár, sum í ár – enntá við eini lækking upp á fimm milliónir, og tað man vera fyrstu ferð, at útreiðslurnar eru minkaðar heldur enn hækkaðar, vísti Jørgen Niclasen á.

Í hesum sambandi verður neyðugt at hækka brúkaragjaldið til Heilsutrygd og barnsburðarskipanina við 0,25 prosentstigum tilsamans, men hetta verður uppvigað við eini tilsvarandi minking til ALS-grunnin, vísti Jørgen Niclasen á. Útgjaldið frá ALS verður eisini hækkað, upplýsti hann.

Nú kemur føroyska veðurstovan
Hóast ”skynsama fíggjarstýring”, verður pláss til at hækka útgjaldið til pensjónistar, at seta meira orku av til at læra útlendingar og skúlanæmingar føroyskt, at seta meira av til yngri læknar og serlæknar – ”ávegis viðgerðartrygdini” – at viðlíkahalda vegir og brýr, hækka tænastuna hjá Strandferðsluni og seta á stovn eina føroyska veðurstovu í 2021, segði Jørgen Niclasen í framløguni.

Íløgur fyri góðar 500 milliónir
Tá tað kemur til íløgur verður hildi fram við eini íløgu upphædd upp á góðar 500 milliónir um árið komandi árini.

Í 2021 verður tað H-bygningurin á Landssjúrkahúsinum, sum fer við størsta partinum av íløguupphæddini í 2021, hóast bygninguri skuldi verið liðugur nú. Og hartil koma útreiðslurnar fyri at knýta nýggja stásiliga bygningin saman við restina av Landssjúkrahúsinum.

Harafturat kundi Jørgen Niclasen lova, at íløgukrónurr verða settar av til eina røð av verkætlanum:
Tunnil norður um Fjall
Tunnil til Famjins
Dagføringar av Klaksvíkar sjúkrahúsi
Húsarhaldsskúa Føroya
Miðnám á Kambsdali
Rásina í Runavík
Fjørðuveg í Runavík
Innkomuveg til Havnar
Vegin til Tjørnuvíkar
Vegin um Sandslíð
Hvalastøðina við Áir
Sjóvinnustýrið í Vágum
og eina røð av bústovnum innan almannaøkið, í fyrstu atløgu tríggjar nýggjar stovnar í Havn, ein til fólk við menningartarni, ein til fólk við menningartarni og fjølbreki og ein til børn og ung við autismu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder