Tað gjørdist ein longri túrur hjá fimm bussum og bussførarum hjá Giljanes bussum, sum í gjárkvøldið fóru suður við Smyrli við tí endamáli at fylla sær tangan. Í morgin sleppa bussarnir norður um fjørðin aftur.
Ætlanin var annars, at sleppa við Smyrli í morgun, men arbeiðarafeløgini gjørdu skjótt av í gjárkvøldið og herdu verkfalli á tann hátt, at øll akfør sum eru longri enn sjey metrar skulu hava undantaksloyvi at sigla um Suðuroyarfjørð.
Hetta undantikið sjúkrabilar og neyðsynjarakfør.
Ragnar Jacobsen, stjóri í Giljanes Bussum upplýsti fyri Portalinum í morgun, at hann bað um undantaksloyvi longu í gjárkvøldið, men tá var so einki komið. Jn.fo skrivar í kvøld, at undantaksloyvi nú er komið, og at bussarnir sleppa við Smyrli í morgin hósdagin.
Les eisini: - Vit hava loyvi at keypa diesel
Bussarnir hava staðið í bíðirøðini á Krambatanga í allan dag, men eru ikki slopnir við Smyrli. Í morgin sleppa teir loksins við (Vevmynd: Landsverk)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald