2020-07-20 17:03
Nú arbeiðið á Landavegnum er liðugt, eru broytingar gjørdar á leið 2 og leið 4 hjá Bussleiðini hjá Tórshavnar kommunu, og um vikuskiftið varð nýggj ferðaætlan tikin í brúk.
Broytingarnar eru hesar:
- Leið 2 koyrir ikki eftir ovara parti av Velbastaðvegnum, men koyrir eftir Landavegnum, Heygsvegnum, niðara parti av Velbastaðvegnum, eftir J.C. Svabos gøtu og heim í býin.
- Leið 4 koyrir ikki longur niðan eftir Dalavegnum út til Glasir, men koyrir eftir Jóannesar Paturssonar gøtu, Landavegnum til Glasir.
- Bæði leið 5, (sum ikki koyrir í summarfrítíðini), leið 6 og leið 8, koyra nú eftir Landavegnum.
Dagførd ferðaætlan við minutttølum til hesar báðar leiðirnar sæst her. Hon liggur eisini á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.
Eftir summarfrítíðina verða dagførdar ferðaætlanir settar upp úti við busssteðgistøðini, sigur kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald