![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Frá í gjár, mikudegnum 26. august, setti Bussleiðin hjá Tórshavnar kommunu krav um, at øll, ið brúka Bussleiðina, vaksin sum børn, skuldu brúka masku.
Tórshavnar kommuna vísir tó á, at Bussleiðin ikki kann tvinga fólk at brúka masku, men heitir á øll um at gera tað. Tey allarflestu brúka eisini masku í bussinum, verður sagt.
Frammanundan kundu einans 10 fók ferðast í hvørjum bussi. Men fyri at økja ferðafólkatalið upp til 25 fólk, 15 sitandi og 10 standandi, varð fyribils sett krav um, at øll skulu brúka masku á øllum leiðum.
Hóast kravt verður, at øll, sum koyra við Bussleiðini, brúka masku, so verður ongin revsaður fyri ikki at gera tað. Talið á ferðandi skal tó haldast, skrivar Tórshavnar kommuna.
– Aðrastaðni er tað ikki eitt krav fyri børn upp til 12 ára aldur, eins og fólk við likamligum ella mentalum veikleikum eru undantikin reglunum. Ein brúkar ikki masku bara fyri at verja seg sjálvan, men kanska mest fyri at verja øll hini móti smittu. Men sjálvandi eru frávik fyri fólk við trupulleikum av ymsum slagi.
– Summi hava ilt við at fyrihalda seg til, um tað er eitt krav ella tilmæli. Til tað er at siga, at tað er ynskiligt av heilsufrøðiligum ávum, at øll, sum kunnu bera masku, gera tað - hetta fyri at betra um trygdina, nú ferðafólkatalið við Bussleiðini verður økt.
Kunnað verður seinni, alt eftir, hvussu smittutølini hátta sær. Bussarnir verða, sum vant, sóttreinsaðir hvønn dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald