
Ein loysn á býlistrupulleikunum í Føroyum er eitt av høvuðsmálunum, sum nýggja CEF-samgongan hevur sett sær fyri at loysa.
- Vit vilja tryggja møguleikarnar at seta búgv fyri ein rímiligan penga í øllum landinum, ljóðar lyftið í samgonguskjalinum.
Tá hetta økið verður nærri lýst, stendur í samgonguskjalinum, at lógin um Bústaðir skal brotast, so at stovnurin sjálvur kann byggja bústaðir og stovna almannagagnlig bústaðarfeløg saman við kommunum. Lærlingaíbúðir, lestraríbúðir og næmingaheim verða raðfest, stendur at lesa í skjalinum.
Av øðrum lyftum á bústaðarøkinum verður sagt, at latast skal upp fyri lagaligari fígging til sethúsabygging uttan fyri høvuðsstaðin, og at kannast skal um føroyskir pensjónsgrunnar kunnu vera við til at loysa bústaðaravbjóðingina.
Møguleiki fyri bústaðarskyldu
Eisini er ætlanin at heimila kommunum at taka hóskandi gjald fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi, og at áseta bústaðarskyldu í sambandi við nýggjar kommunalar byggiætlanir.
Ætlanin er eisini at skipa so fyri, at skattur, ið verður tikin fyri útleiging, skal falla til kommununa, har útleigað verður.
Ætlanin er eisini at endurskoða skipanina við rentustuðuli, men sagt verður, at hetta ikki skal raka verandi sethúsaeigarar.
At enda verður nevnt møguleikan at forða útlendingum at ogna sær fastogn í Føroyum. Orðaljóðið í samgonguskjalinum er soljóðandi:
- Í sambandi við keyp av fastogn í Føroyum, verða reglur gjørdar fyri útlendingar og útlendskar fyritøkur, sum ikki hava tilknýti til landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald