Uttanlands

Buttigieg vann sera tepran sigur á Sanders í Iowa - leiðarin hjá demokratunum krevur kanning av valúrslitinum

Nú eru atkvøðurnar frá fyrsta undanvalinum hjá demokratunum endliga taldar upp, men óvissa valdar um, úrslitið veruliga er rætt. Munurin millum tan 38-ára gamla og tann 78-ára gamla var 0,1 prosent

Pete Buttigieg er lutfalsliga óroyndur sum politikkari. Hann er fyrsta mannliga forsetavalevni í USA, ið opið hevur staðið fram sum samkyndur (Mynd: EPA)

Pete Buttigieg er lutfalsliga óroyndur sum politikkari. Hann er fyrsta mannliga forsetavalevni í USA, ið opið hevur staðið fram sum samkyndur (Mynd: EPA)

2020-02-07 09:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

26,2 prosent til Pete Buttigieg - 26,1 prosent til Bernie Sanders. 40 ár eru ímillum menninar, men tað var so at siga einki, ið skilti teir í undanvalinum í Iowa. 

Tað var tað fyrsta av sínum slagi, og tað tók leingi hjá demokratunum at fáa skil á atkvøðunum í tí lutfalsliga lítla statinum. Tað skuldi verið liðugt at talt upp mánakvøldið, men ein feilur í appini, ið skuldi telja upp, hevur gjørt, at seinastu dagarnar eru farnir við at fáa skil á atkvøðunum í Iowa. 
 
Les eisini:
Iowa: Ógreitt hvør vann hjá demokratunum
Pete Buttigieg stendur til at vinna í Iowa

Tað varð ikki væntað, at 38-ára gamli borgarstjórin í South Bend, Indiana fór at vera frammanfyri Sanders, Joe Biden (15.8 prosent) og Eliizabeth Warren (18.2 prosent) Tey øll eru sera royndir polittikarar og í senatinum - Buttigieg er nýggjur á pallinum. 

Bernie Sanders vil ikki ganga við til úrslitið. Hann vísti í gjárkvøldið á, at hann hevur hevur fingið áleið 6.000 fleiri atkvøður, tá tað kemur til "delegates" (umboðsfólk). Hetta eru kandidatar, ið "fylgja við Sanders".

New York Times skrivar, at tað er einki prógv fyri, at tilætlað er talt skeivt, men at tað var óreglusemi í heili 100 valøkjum í statinum.

Flokkarnir skipa fyri sínum egnu valum í statinum fyri at finna sítt forsetavalevni - Trump vann við 97 prosentum hjá republikanarunum og verður óivað aftur forsetavalevni í november. Formaðurin fyri landsnevndina hjá demokratunum, Tom Perez, hevur heitt á demokratiska flokkin í Iowa um at gera eitt slag av umteljing av úrslitinum fyri at tryggja, at alt er í lagi. 

 




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder