Innanlands

Býbussur og persónbilur rendu saman

Ein persónur fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar

2025-07-09 17:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein persónur varð koyrdur á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum til kanningar eftir eitt ferðsluóhapp í Havn seinnapartin.

Óhappið hendi í krossinum Velbastaðvegur/Heygsvegur beint fyri klokkan 17, tá ein persónbilur og ein av býbussunum rendu saman.

Vakthavandi á løgreglustøðini veit í løtuni ikki hvussu óhappið hendi. Løgreglan arbeiðir við málinum.

Persónurin, sum var koyrdur á landssjúkrahúsið sat í persónbilinum.

Ferðslan var nakað tarnað eina løtu, men býarbussurin kundi koyra víðari, og persónbilurin, sum fekk meira skaða, varð fluttur soleiðis at ferðslan kundi koyra ótarnað eftir eina løtu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder