Uttanlands

Bygdaleiðir avlýstu fyrstu túrarnar í morgun

Byrja at koyra aftur um átta-tíðina upplýsir Strandferðslan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-01-02 07:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sera nógvur vindur hevur verið í nátt, og tað hevur eisini ávirkað busskoyringina hjá Bygdaleiðum í morgun, sum ikki er byrjað at koyra enn.

Allar bussleiðir hava avlýst fyrstu túrarnar, men frá um 8-tíðina í morgun byrja bussarnir at koyra aftur. Tað upplýsti ferðslusamskiparin hjá Strandfaraskipum Landsins, Tóki Niclasen fyri kringvarpinum í morgun.

Oyggjaleiðir sigla sum vant.

Tey vænta meira vind aftur seinni í dag, og brúkarar hjá Bygdaleiðum og møguliga eisini Oyggjaleiðum skulu rokna við møguligum avlýsingum seinnapartin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder