Í fjør gjørdu Nes kommuna og Bústaðir rammuavtalu um eitt grundøki oman fyri kommunuskrivstovuna.
Avtalað varð, at Nes kommuna gjørdi grundøkið byggibúgvið og síðan seldi tað til Bústaðir, sum síðan skuldi byggja íbúðir, sum Almannaverkið síðan fer at leiga til íbúgvar, sum eru fevndir av teirra tænastum.
Fyrr í summar varð sáttmáli undirskrivaður millum Bústaðir og Byggivirkið KBH um bygging av íbúðarbygningi í trimum hæddum við 18 íbúðum, staðsettur á Kneysum á Toftum.
Íbúðirnar verða umleið 50 fermetrar. Afturat íbúðunum verða felagshølir, starvsfólkarúm, goymsla, tøknirúm vm.
Aftanfyri bygningin verður gjørt eitt elevatortorn, trappur, svalagongd og stuðlamúrur við hegni. Frammanfyri bygningin verður altan, terrassa og parkering.
Nú er KBH av álvara farið undir byggingina, sum eftir ætlan verður liðug á sumri 2025.
(Mynd: Nes kommuna)
(Mynd: Nes kommuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald