Innanlands

Byggja 18 íbúðir á Hvítanesi

Ætlanin er at byggja níggju bygningar við tveimum íbúðum í hvørjum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-06-26 07:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Søkt er um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av planeraða økinum, ið liggur niðanfyri vegin, tá koyrt verður oman á Hvítanes, har eitt lítið landbúnaðarøki verður broytt til bústaðarøki.

Sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu er ætlanin at byggja níggju bygningar við tveimum íbúðum í hvørjum. Um loyvi skal gevast, er neyðugt at broyta byggisamtyktina.

Mett verður, at broytingin, søkt verður um, er lítil og hevur lítla ella onga ávirkan annars á økið. Staðbundna nevndin á Hvítanesi viðmælir eisini broyting av byggisamtyktini, treytað av nøkrum broytingum í sambandi við vendi- og parkeringspláss, sigur kommunan.

[object Object]

Tað var fyrradagin, at byggi- og býarskipanarnevndin samtykti at taka undir við tilmælinum, sum varð samtykt á býráðsfundinum hóskvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder