Innanlands

Byggja nýggjan dagstovn í Klaksvík komandi ár

Stovnurin verður Oman Valrætt, og verður eftir ætlan liðugur í 2021

Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini í Klaksvíkar kommunu, saman við Jógvan Skorheim, borgarstjóra (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini í Klaksvíkar kommunu, saman við Jógvan Skorheim, borgarstjóra (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2019-12-03 13:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóskvøldið, 28. november, samtykti Klaksvíkar býráð endaligu fíggjarætlanina fyri 2020. Har vórðu 5 milliónir settar av til bygging av nýggjum dagstovni Oman Valrætt.

Fyrireikandi arbeiði er eisini gjørt seinastu árini, og nú verður ítøkiliga farið í gongd. Hetta skrvar kommunan á heimasíðu sínari.

Barnatalið í Klaksvíkar kommunu hevur verið vaksandi seinastu árini, og harvið hava skjótar útbyggingar verði gjørdar á ymisku dagstovnum. Seinasta árið er talið av plássum á dagstovnaøkinum økt við 50, og tørvurin fyri einum nýggjum dagstovni er stórur, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini, Børn og Ung

Byggingin byrjar í komandi ári, og nýggi dagstovnurin kann standa liðugt bygdur í 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder