Innanlands

Bygma Balslev setur sjóneykuna á burðardyggari bygging

Mikudagin seinnapartin verður skipað fyri ókeypis tiltaki á Hilton Garden Inn fyri fakfólk innan byggivinnuna

(Mynd: Bygma Balslev)

(Mynd: Bygma Balslev)

2024-05-07 15:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bygma Balslev bjóðar í mikudagin seinnapartin inn til tiltak um burðardygga bygging. Tiltakið verður hildið á Hilton Garden Inn í morgin mikudagin 8. mai beint eftir døgurða, har fakfólk innan byggivinnuna kunnu hoyra um møguleikar fyri burðardyggari bygging.

Byggivinnan hevur stóra ávirkan á umhvørvi vegna stóra dálking av byggitilfari. Bygma Balslev er størsti veitari av byggitilfari í Føroyum og ynskir tí at gera sína ávirkan galdandi.

Á skránni verða framløgur frá Elnaz Ehsani, umhvørvis- og burðardygdsstjóri í Bygma, framløga hjá Bjarna Justinussen, teknistovuleiðara hjá SNA umframt umboð frá Bygma Balslev. Serfrøðingarnir fara at viðgera hugtakið burðardygd í byggihøpi.

Hugtøk innanfyri burðardygd í byggihøpi, verða greinaði nærri, so luttakarar fáa dýpri innlit í, hvussu hesa verða partur av teirra komandi byggiverkætlanum. Luttakarar fáa eisini møguleika at netverka við onnur í vinnuni, deila hugskot og fáa nýggja vitan um, hvussu burðardygd kann verða partur av teirra næstu byggiætlanum.

Tiltakið byrjar klokkan 13 og tað er ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder