Innanlands

Byrja at bora Dalstunnilin í heyst

Stjórin í Landsverk sigur við Kringvarpið, at hann vónar, at landsstýrið fer at seta fleiri pengar av til arbeiðið, eftir at tað er farið í gongd

2020-07-13 15:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er meira enn eitt ár síðani, at fyrsta flagið í Húsavík varð loyst - nú verður ikki leingi til tunnilsliðið hjá Landsverki fer undir at bora tunnilin.

Kringvarpið skrivar, at níggju milliónir krónur verða settar av til arbeiðið árliga, men tað er sambært stjóranum á Landsverki ikki nóg mikið, um ferð av álvara skal verða sett á arbeiðið: 

 Verða 20 milliónir krónur settar av, kunnu vit bora millum 500 og 700 metrar um árið. Tað vil siga, at við 20 milliónum tekur tað trý ella fýra ár at bora tunnilin. Eg vóni, at tá ið arbeiðið er byrjað, so verða fleiri pengar settir av, sigur Sigurd L. Lamhauge við Kringvarpið.

Við níggju milliónum árliga verðu mett, at tað fer at taka seks ár at bora bergholið til Dals, sum verður 2.200 metrar langt og átta metrar breitt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder