Byrjaði fullkomiliga av nýggjum

Eftir at hava verið virkin í Fólkaflokkinum í nógv ár fór Sólvit Nolsø úr flokkinum og stillaði upp fyri Framsókn. Nú er hann nývaldur tingmaður fyri flokkin

Sólvit Nolsø hevur ikki verið limur í Framsókn leingi, men nú er hann valdur á ting fyri flokkin. (Mynd: Jógvan Jákupsson)

Sólvit Nolsø hevur ikki verið limur í Framsókn leingi, men nú er hann valdur á ting fyri flokkin. (Mynd: Jógvan Jákupsson)

2022-12-09 00:41 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Á løgtingsvalinum í 2019 fekk Framsókn 4,6 prosent og tey tingfólk vald, og á løgtingsvalinum, ið júst er talt upp, fekk flokkurin 7,5 prosent og trý fólk vald. Triði valdur er Sólvit Nolsø, sum fyri kortum meldaði seg úr Fólkaflokkinum og boðaði frá, at hann stillaði upp fyri Framsókn.

-Stóri munurin er, at eg byrjaði fullkomiliga av nýggjum. Eg havi jú verið virkin í Fólkaflokkinum í fleiri ár, og har kenni eg veljaraskaran rímiliga væl. Nú stillaði eg upp fyri ein nýggjan flokk, og tað var sum at byrja fullkomiliga av nýggjum.

Spurdur, um hann hevur hálað nakrar atkvøður við sær yvir í Framsókn sigur hann, at tað veit hann ikki. Tað er so stór óvissa um alt, at tað dugir hann ikki at siga nakað um.

Eftir valið í 2019 gjørdist Karlot Hergeirson varamaður á tingi, og hann hevur eisini verið inni eitt skeið. Hann er nólsoyingur og hevur í valstríðnum havt sum høvuðsmál, at Strandferðslan má fáa nýggj skip.

Har eru teir rættiliga samdir, sigur Sólvit. Áðrenn valið høvdu tey tosað um tað, og teir eru samdir um, at skipini hjá strandfaraflotin má endurnýggjast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder