
Í fjør var tað "Frøknur", og nú hava Byrta og Sakaris aftur latið ein 80'ara klassiskara í nýggjan ham.
Talan er um eina endurinnspæling av “Stjørnuskot”, sum bólkurin Plúmm gav út í 1985.
Uppruna útgávan hoyrist her:
- BYRTA og SAKARIS undraðu seg á, at eingin áður hevði gjørt eina endurinnspæling av lagnum, sum kom út fyri júst 40 árum síðani. So tískil var upplagt, at gera eina nýggja útgávu, sum nú hevur fingið eitt meira nýmótans ljóð.
Lagið snýr sum ein droymara, sum stendur frammanfyri speglinum og droymir um at standa á einum stórum palli.
Tað eru Janus Rasmussen og Sakaris Emil Joensen, sum hava framleitt og upptikið lagið. Teir syngja saman við Guðrið Hansdóttir. Torkil Johannesen og Leivur Thomsen hava sett saman, og serstøku permuna gjørdi Kjartan Magnussen.
Sakaris foldar seg út saman við Byrtu í nýggju útgávuni
Perman hjá Kjartani Magnussen
Endurinnspælingin hoyrast ovast ella HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald