![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Eftir at hava ligið í Nólsoyarfirði síðani sunnumorgunin, setti marglætisjáttin Calypso tíðliga í morgun kós móti Bodø í Noreg.
61 metrar langa og góðar 11 metrar breiða játtin kemur úr Íslandi, og hevði kós móti Bodø, men steðgaði á í Føroyum fyri at kroka.
Hildið verður at heimskendi rithøvundurin J. K. Rowling, sum hevur skrivað bøkurnar um Harry Potter er umborð á bátinum saman við manninum og yngstu dóttrini. Íslendskir miðlar skrivaðu um Calypso í farna mánað, tá J. K. Rowling leigaði játtina og vitjaði ymsastaðni í Íslandi.
Sambært heimasíðuni yachtcharterfleet.com kostar tað millum 300.000 og 325.000 evrur um vikuna at leiga játtina. Tað vil siga millum 2,2 og 2,4 milliónir danskar krónur.
Calypso, sum er skrásett í Caymanoyggjunum, er bygd í 2003 og høvuðsumvæld í 2018.
Les eisini: J. K. Rowling í Nólsoyarfirði? (Hvat.fo)
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald