Uttanlands

Carla Sands: Danir hava ikki ráð at koyra bil

Ein Twitter-dagføring hjá fyrrverandi amerikonsku sendikvinnuni í Danmark hevur vakt ans

Fyrrverandi amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands sigur, at danir súkkla, tí teir ikki hava ráð at koyra bil (Mynd: EPA)

Fyrrverandi amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands sigur, at danir súkkla, tí teir ikki hava ráð at koyra bil (Mynd: EPA)

2022-06-11 17:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danir úr miðalstættinum hava ikki ráð at koyra bil, og noyðast teir tí at súkkla. Tað sigur fyrrverandi amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands í dagføring á Twitter.

Sum viðmerking til innslag hjá CNN um vaksandi prísirnir á brennievni í USA, skrivar Carla Sands soleiðis:

– Eg havi sæð hetta fyrr. Í Danmark hava fólk úr miðalstættinum ikki hava ráð at koyra bil. Tey hava eina súkklu og taka tokið á longum ferðum, skrivaði fyrrverandi sendikvinnan í gjár.

Hon leggur afturat, at fyrrverandi sjaførur hennara plagdi at súkkla ein tíma í kava fyri at koma til arbeiðis.

– Tað er tann framtíðin, sum toymið hjá Biden (Team Biden, red.) vil hava fyri amerikanarar. Er tað tað, tú vilt hava?

Carla Sands, ið er 61 ára gomul, var sendikvinna í Danmark frá 2017 til 2021, meðan Donald Trump var forseti. Meðan hon var sendikvinna vitjaði hon m.a. eisini í Føroyum.

Útsøgnin hjá fyrrverandi sendikvinnuni hevur fingið fleiri kendar danir, m.a. fleiri politikarar, at svara aftur á Twitter.

Millum teirra er fyrrverandi danski ráðharrin í samferðslumálum, Benny Engelbrecht.

– Sum fyrrverandi samferðslumálaráðharri kann eg vissa teg um, at tað at brúka súkklu at ferðast við í býnum er eitt val og ikki ein spurningur um fígging fyri flestar danir.

Hann vísir á, at hann sjálvur hevur brúkt súkklu, meðan hann var ráðharri, og leggur hann afturat, at hann hevði ráð til bil.

Danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke leggur Carlu Sands undir tilvitað at spjaða falstíðindi um Danmark.

– Tað at okkum dámar væl at súkkla, sum er sunnt og gott fyri umhvørvi og veðurlag verður til "miðalstætturin hevur ikki ráð at koyra bil í Danmark". Eg nokti at trúgva, at hon ikki veit betur, sigur hann.

Fyrrverandi amerikanski sendimaðurin í Danmark og Føroyavinurin Rufus Gifford hevur eisini blandað seg uppí kjakið.

Hann sigur soleiðis í stuttari dagføring á Twitter:

– Fólk blíva við at heita á meg um at svara hesum hjá eftirmanni mínum í Danmark. Tað er ringt at svara nøkrum, tá hvørt einasta orð bókstavliga er ósatt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder