Uttanlands

Carlsberg omanfyri 40 milliardir krónur í halli

Risastórar niðurskrivingar í Russlandi, har danska bryggjaríið ikki longur hevur virksemi, hava gjørt størsta munin. Søluinntøkan var tó methøg

Talan er ikki um ein penan ársrokniskap. Tær stóru og mongu niðurskrivingarnar í Russlandi merkja, at undirskotið hjá Carlsberg í tí partinum var 47,7 milliardir krónur

Talan er ikki um ein penan ársrokniskap. Tær stóru og mongu niðurskrivingarnar í Russlandi merkja, at undirskotið hjá Carlsberg í tí partinum var 47,7 milliardir krónur

2024-02-07 19:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri beint undir tveimum árum síðani - beint eftir at Russland hevði lopið á Ukraina - setti Carlsberg sín russiska part av fyritøkuni til sølu. 

Tað var tó ein long tilgongd fram til summarið í fjør, har niðurskrivingar fyri fleiri milliardir vórðu gjørdar. Til endans var tað statsstýrda Baltika Breweries, sum keypti tey átta Carlsberg-bryggjaríini í Russland. Samanlagt 8.400 fólk vóru í starvi har, tá danska fyritøkan legði virksemi sítt niður, skrivar finans.dk

Sami miðil skrivar, at tað framvegis er ein møguleiki fyri, at Carlsberg fer at stevna Russland fyri stóra fíggjarliga missin. Hetta framgongur í ársrokniskapinum fyri 2023.

Talan er ikki um ein penan ársrokniskap. Tær stóru og mongu niðurskrivingarnar í Russlandi merkja, at undirskotið hjá Carlsberg - eftir skat - var 40,8 milliardir krónur.

Botnlinjan frá øllum, fyriuttan Russlands, sigur + átta milliardir. Men missurin frá russiska partinum var 47,7 milliardir krónur.

Neyðugt var hjá Carlsberg at fremja niðurskrivingar. Felagið úr Keypmannahavn hevði tó ein umsetning á heilar 73,5 milliardir krónur, og er hetta met fyri Carlsberg og ein vøkstur á sløk fimm prosent frá 2022.

Tað hevur serliga gingið væl í Asia, og tað er har, at størstu vakstrarmøguleikarnir eru hjá felagnum, framgongur tað í ársrokniskapinum og á finans.dk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder