![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Merkið veittraði í gjár í sambandi við, at sperrunar til nýggja bygningin hjá Carro vóru reistar.
Síðani Bilverkstaðurin hjá Carro í Sandavág brendi í 2017, hevur miðvíst verið arbeitt fram ímóti, at byggja ein nýggjan bilverkstað. Eftir drúgva tilgongd, er byggingin nú í gongd.
Verkstaðurin hjá Carro í Sandavági brendi í 2017 (Mynd: Jn.fo)
Sambært Niels Nattestad verður nýggi bilverkstaðurin ein nýmótans, fjølbroytt framleiðsla, har góðir møguleikar eru at økja starvsfólkatalið. Verkstaðurin sjálvur er deildur upp í tríggjar eindir.
Ein rúmligur bilverkstaður við nýmótans útgerð og umstøðum, at hava nógv virksemi. Ein Plátu/Lakkverkstaður, sum er atskildur frá bilverkstaðnum, og ein Grovverkstaður til dálkandi arbeiði. Grovverkstaðurin kann eisini brúkast sum tænastuøki fyri leigubilar. Rúmligt er rundanum bygningin, og gott er at sleppa til.
Ein móttøka og framsýningarhøli til sølubilar og vørur verður út ímóti høvuðsvegnum. Góðar nútímans umstøður verða eisini til starvsfólkini.
Tá Carro flytir inn í nýggja bygningin, eru 875 m2 at virka í. Bygningurin er 645 m2 til støddar, og av hesum eru uml. 230 m2 í tveimum hæddum.
Umframt góðar kundar úr Vágoynni, hevur Carro eisini ein breiðan kundaskara úr øllum landinum. Carro byggir á ídnaðarøkinum við Vága Floghavn, og verða umstøðurnar til at veita ferðandi kundum eina enn betri tænastu sigur Niels Nattestad stjóri í Carro í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald