Í fjør vórðu kongaligu heiti hansara tikin, og nú er Andrew Mountbatten-Windsor handtikin. Hetta í sambandi við hansara við nú deyða kynsbrotsmannin, Jeffrey Epstein, og trúnaðarskjøl.
Sí eisini: Andrew fyrrv. prinsur handtikin
Søgan hevur skapt nógv røring í serliga Stóabretlandi í dag, og hon ávirkar sjálvandi eisini stórabeiggja Andrew, sum er kongur.
- Tað var við stórari stúran, at eg hoyrdi tíðindini um handtøkuna, og um tað at Andrew Mountbatten-Windsor er undir illgruna fyri vanrøkt av almennum embæti.
Soleiðis sigur Charles kongur við bretskar miðlar. Seinni í dag skal bretski kongurin luttaka til alment tiltak. Um hann fer, er ivasamt, men ætlanin er ikki at siga meira um bróðurin.
- Nú skal lógin ráða, og má hon ganga sína gongd. Eg havi fult álit á myndugleikunum, sum kanna hetta, og eg stuðli teimum í at gera arbeiðið rætt. Til tað er liðugt, havi eg ikki fleiri viðmerkingar.
Fyrrverandi prinsurin hevur í fleiri ár verið undir illgruna fyri brotsverk og keðiligt samband við Epstein. Hann var millum annað ákærdur fyri at hava framt kynsliga msinýtslu Virginia Giuffre. Hetta sakarmálið endaði við einari avtalu partarnar ímíllum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald