Tað er nú endaliga greitt, nær andlitsmyndin av Charles kongi fer at prýða peningaseðlarnar í Stórabretlandi.
Reuters og fleiri altjóða tíðindasíður skriva í dag, at tað verður frá 5. juni 2024, at broytingin á trónuni fer at síggjast aftur á hendan hátt. Tað er Bank of England, sum hevur upplýst hetta.
Talan er um fýra ymiskar pund-seðlar: 5 pund, 10 pund, 20 pund og 50 pund. Charles kongur tekur plássið hjá mammu sínu.
Elizabeth drotning doyði 8. september í 2022, 96 ára gomul, eftir at hava sitið á trónuni í 70 ár. Charles hevur harvið sitið sum kongur í nærum eitt og eitt hálvt ár. Hann er í løtuni á 50-pence myntunum í Stórabretlandi.
Charles kongur er í løtuni raktur av krabbameini, sum hann fekk staðfest fyrr í mánaðinum. Støðan er tó góð eftir umstøðunum, og hann er í viðgerð.
Les eisini: Camilla drotning: Charles hevur tað avbera gott eftir umstøðunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald